• Broyting á leið 100
    Vegna vegarbeiði í Vestmanna koyrir leið 100 ikki eftir Niðara vegi. Koyrt verður ístaðin eftir Ovara vegi og síðani oman til Skálatungu, har bussurin vendir. Steðgað verður eisini við Miðnám í Vestmanna. Broytingin stendur við so longi vegarbeiðið fer fram.
    Seinast dagført: 25. mars kl. 12:46
  • Broytingar á oyggja- og bygdaleiðum á páskum
    Siglt og koyrt verður eftir broyttum ferðaætlanum á øllum leiðum um páskirnar. Sí broytingar undir frávik undir hvørjari einstakari leið. Mint verður á, at fyrsta fráferðin av Krambatanga á leið 7 triðja páskadag (t.e. týsdag tann 2.4.24) er kl. 6:00 og ikki kl. 7:00.
    Seinast dagført: 27. mars kl. 13:00
  • 30. mars: Eykatúrar á leið 90
    Í smb. við at fleiri tiltøk verða í Nólsoy leygardagin 30. mars, verða hesir eykatúrar sigldir á leið 90: Av Havnini kl. 13:30 og kl. 14:30 og úr Nólsoy kl. 14:00 og kl. 15:00. Galdandi leygardag 30. mars.
    Seinast dagført: 27. mars kl. 08:22
  • Farmaflutningur á leið 90
    Núverandi ætlan fyri farmaflutning á leið 90, ið hevur koyrt síðani 26. februar, heldur fram. Hetta merkir, at mánadagar og hósdagar verður fráferðin úr Nólsoy kl. 13:15. GG! 2. páskadag verður siglt sum sunnudag á leið 90. Sostatt verður farmaflutningur, ið annars er mánadagar kl. 12:30 av Havnini og kl. 13:15 úr Nólsoy ikki avgreiddur henda dag. Ístaðin verður hesin flutningur skipaður týsdag 2. apríl, og verður fráferðin úr Nólsoy kl. 13:00 flutt til kl. 13:15.
    Seinast dagført: 26. mars kl. 13:15